Tríggjar ferðir eitt mál á muni ímóti Íslandi í dag

Dygdirnar hjá føroysku ungdómslandsliðunum komu yvirhøvur betri til sjóndar í dag. Hóast fýra ósigrar í vinardystunum ímóti Íslandi aftur í dag, so var talan um góð føroysk heildaravrik. Tríggir av dystunum vóru taptir við minst møguliga muni.

U08 Kvinnur

Føroyar U16 – Ísland U16: 25-24 (13-10)

Føroysku U16-genturnar spældu ein nógv betri dyst í dag samanborið við í gjár.

Liðið hevði góð aftursvar til avbjóðingarnar frá dystunum í gjár og hetta sást eisini aftur á støðutalvuni. Nú spældi álopið væl neyvari og við nógv færri villum. Í verjupartinum vóru tær føroysku kvikari at venda sær, og eydnaðist tað væl at lofta íslendsku mótálopunum.

Eftir sera sterkt avrik í fyrra hálvleiki vóru Føroyar eisini á odda við trimum málum, 13-10.

Men so svaraðu tær íslendsku aftur.

Føroyar byrjaðu seinna hálvleik í undirtali, og mistu hesa løtuna bóltin tvær ferðir. Ísland skoraði fýra tey fyrstu málini í seinna hálvleiki og tók leiðsluna.

Hóast íslendska leiðslan vaks upp í fýra mál ímóti endanum av dystinum, so fingu tær føroysku minkað væl um munin – Og eftir tvey føroysk mál í seinasta minuttinum endaði dysturin við einum máli á muni: 25-24 til Ísland.

Føroysku málskjúttarnir:

Amilia Agnarsdóttir Joensen 11 mál

Halla Haldansen 6 mál

Anna Jákupsdóttir á Borg 2 mál

Sólveig Turið Ripley 2 mál

Bjørk Mariusardóttirr 1 mál

Lív Berg á Lag 1 mál

Karin Wolles á Grønastøð Durhuus 1 mál

U08 menn

Føroyar U16 – Ísland U16: 25-32 (13-13)

Føroysku U16-dreingirnir spældu ein góðan fyrra hálvleiki, tá ið teir tóku ímóti Íslandi í Ítrottarhøllini í Kollafirði.

Í fyrra hálvleiki fekk føroyska 5-1-verjan tikið broddin av íslendska álopinum og kroyst íslendingar til mistøk, umframt at Micah Wardum í málinum framdi nakrar góðar bjargingar.
Føroyska álopið hótti íslendsku verjuna av øllum plássum og allir leikarar bjóðaðu seg fram.

Føroyar komu á odda 5-3, áðrenn Ísland svaraði aftur við trimum málum upp í slag.
Søgan endurtók seg løtu seinni. Føroyar komu á odda 11-9 og Ísland vann enn einaferð leiðsluna aftur við trimum málum á rað.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, var støðan 13-13 í steðginum.

Føroyska álopið kom illa frá byrjan í seinna hálvleiki og fekk bert eitt mál teir fyrstu 11 minuttirnar.

Tað eydnaðist tá Íslandi at leggja seg fýra mál fram um. Hóast Føroyar fótaðu sær nakað og minkaðu niður í tvey mál eina løtu, so høvdu íslendingar yvirvág í seinna hálvleiki. Spenningurin um úrslitið kom ikki aftur í aftur, og Ísland vann dystin 32-25.

Føroysku málskjúttarnir:

Mortan Eyðunarson 5 mál

Boas Ellefsen á Skipagøtu 4 mál

Gilli Reginsson 3 mál

Teitur Hellisdal 2 mál

Brandur Dánialsson 2 mál

Petur Tóri Jacobsen 2 mál

Gabriel Petersen 2 mál

Sámal í Selvindi 2 mál

Ronni Reyðberg 1 mál

Jákup Jacobsen 1 mál

Jóan Petur Mortensen 1 mál

Bjargingar:

Micah Wardum 9 bjargingar

Rókur av Skarði 1 bjarging

06 kvinnur

Føroyar U18 – Ísland U18 26-27 (16-12)

Føroysku U18-kvinnurnar spældu aftur væl upp við íslendsku mótstøðuna í dag. Allar á liðnum fingu víst seg fram – og hetta syrgdi fyri einum dysti, ið gjørdist spennandi í seinna hálvleiki.

Føroyar spældu seg aftur í dag til góðar málmøguleikar, men brendu ov nógvar av teimum. Ísland tók leiðsluna í fyrra hálvleiki og var á odda 16-12 við steðgin.

Føroyar byrjaðu best í seinna hálvleiki, fingu bóltarnar inn og komu upp á javnleik aftur við 20-20. Síðani svaraðu tær íslendsku aftur og løgdu seg trý mál fram um. Føroyngarnir royndu at svara aftur, og tað eydnaðist eisini at minka um munin, men tað gjørdist ongantíð nærri enn eitt mál.

Úrslitið gjørdist 27-26 til Ísland, eftir ein dyst, har venjararnir sum heild lótu væl at og vóru nøgdir við føroyska avrikið.

Føroysku málskjúttarnir:

Rakul Borgarlíð 7 mál

Silja Geirsdóttir 6 mál

Katrin Hansen 5 mál

Sofie Højgaard 3 mál

Fjóla Vilhelm 3 mál

Helena Magnusardóttir 1 mál

Joan Johannesen 1 mál

04 menn

Føroyar U20 – Ísland U20 30-29 (15-13)

Eisini føroysku U20-menninir sýndu eitt nógv betri í avrik dag. Tað gjørdist til ein javnan dyst, sum endaði við eitt-máls-ósigri.

Føroyingarnir byrjaðu best, høvdu leiðsluna allan fyrra hálvleik og vóru á odda 15-13 við steðgin.

Seinni hálvleikur var tættur, men seinastu 10 minuttirnar eydnaðist tað Íslandi at ota seg fram um og vinna dystin 30-29.

Hóast ósigur kundu føroysku venjararnir sum heild vera nøgdir við eitt sera gott avrik. Eisini havandi í huga, at liðið hevur fingið tveir tíðandi skaðar í verjupartinum á túrinum

Tí vardu Ísak Vedelsbøl og Tóki Fríðriksson allan dystin í føroysku miðverjuni. Einasta íhaldið var ein útvísing í part.
Verjuparturin eydnaðist væl, og Sasha Lacok í málinum stóð ein góðan dyst.

Í álopinum riggaðu innspølini til strikuna sera væl allan dystin. Ísak Vedelsbøl á føroysku strikuni var eisini sannførandi toppskjútti í dystinum við 14 málum. Tvey teirra eftir brotskøst.

Næsta uppgáva hjá føroysku U20-monnunum er EM-endaspælið í Slovenia, sum byrjar 10. juli.

Føroysku málskjúttarnir:

Isak Vedelsbøl: 14 mál

Trúgvi Hávardsson 4 mál

Sofus í Selvindi Nattestad 3 mál

Høgni Højsted 3 mál

Høgni Heinason 2 mál

Niklas Gaard 2 mál

Óla Jákup Gaard Olsen 1 mál

U18-menn: Stórur týskur biti

28. juni 2024

Sum væntað, so var talan um ein torføran dyst hjá U18-monnunum í dag móti Týsklandi, sum vann 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Týsklands. Okkara kunnu tó taka nógv jaligt við sær úr dystinum, sum var ein góð trýstroynd undan EM-endaspælinum í august.

U18-menn: Tryggur sigur á MTV Lübeck

27. juni 2024

Føroyska U18-mennirnir vunnu í kvøld ein tryggan, 37-25, sigur á MTV Lübeck, eftir at Føroyar vóru á odda 16-12 í hálvleikinum. Talan var um vinardyst undan Nations Cup, sum byrjar í morgin.

Landskappingin komin út

26. juni 2024

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.