U18-menn: Stórur týskur biti

Sum væntað, so var talan um ein torføran dyst hjá U18-monnunum í dag móti Týsklandi, sum vann 32-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Týsklands. Okkara kunnu tó taka nógv jaligt við sær úr dystinum, sum var ein góð trýstroynd undan EM-endaspælinum í august.

Hóast úrslitið vísir nakað av muni, so var munurin ikki so stórur á liðunum í fyrra hálvleiki. Føroyska verjan var ágrýtin og stóð stinn, og hevði Ingi Johannesen eisini fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, men kostaðu nøkur brend skot og tekniskar villur fyri hálvleik, soleiðis at týskarar komu fýra mál fram um. Filip Haldansen, sum stóð seg væl í føroyska álopinum í gjár, var óheppin í dag og fekk harpiksfingrar í eyga heili tvær ferðir og mátti sita uttanfyri størsta partin av dystinum. Í hansara stað kom tó Pauli Rasmussen, sum spæld sín fyrsta landsdysti. Hann stóð seg eisini væl við trimum góðu málum.

Eins og í gjár, byrjaðu Føroyar við einari 5-1 verju í seinna hálvleiki og gav hetta aftur eitt hál, har okkara minkaðu um munin niður í tvey. Rúnar Hammer stríddist aftur í dag væl í føroyska álopinum, og kom hann oftast við fyrsta trýstinum og spældi hann m.a. Magnus Árason fleiri ferðir fríðan á høgra vongi, har hann fekk nógv mál í dag. Stígur kom tó í føroyska spælið eina løtu um miðjan seinna hálvleik og runnu týskarar okkara niður og vóru eftir stutta løtu frammanfyri við tíggju, áðrenn okkara fótaðu sær aftur.

Hóast eitt størri tap, so var hetta ein góð trýstroynd fyri okkara leikarar undan EM-endaspælinum í august, har heili 8 dystir eru á skránni móti sterkastu liðunum í Europa. Í seinna dystinum í Nations Cup í Lübeck møta U18-mennirnir Niðurlondum. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 11.00, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast fyri 5.99 euro á her: Start | handball-globe.tv

Dystargongdin Týskland – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 5-4
15. min. 7-6
20 min. 8-7
25 min. 10-9
30 min. 14-10
35 min. 14-12
40 min. 18-14
45 min. 22-15
50 min. 26-17
55 min. 29-19
60 min. 32-23

Málskjúttar hjá Føroyum:

Magnus Árason 9
Fríði Holm í Innistovu 5 (1)
Pauli Rasmussen 3
Rúnar Hammer 3
Jógvan Andreas Lamhauge 2 (2)
Erling Erlendsson 1

Kvinnurnar til Trier

12. mai 2025

Hóast lutakastið ikki hevur verið enn, so er tað greitt, at føroyska kvinnulandsliðið skal spæla innleiðandi HM-bólkaspælið í Trier í Týsklandi. Týska hondbóltssambandið hevur ynskt at staðseta Føroyar í Trier, hetta í mun til atgongumerkjasølu.

Fyrsta pláss á kókandi heimavølli

11. mai 2025

Føroyar hava vunnið bólk 6 í EM-undankappingini og eru flúgvand til EM-endaspælið við 9 stigum. Føroyar vunnu í kvøld, 35-27, móti Ukraina í einari kókandi høll Við Tjarnir. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Føroyar.

Kunning til áskoðarar

10. mai 2025

Vit síggja fram til eina stórsligna løtu sunnudagin 11. mai í fullsettari høll við Tjarnir, har føroyska landsliðið tekur móti Ukraina í seinasta heimadystinum í EM-undankappingini.

Ein loysn frá Sendistovuni