Ferðandi í hondbólti – handan leiktjøldini

Komandi fríggjadag kl. 19.00 verður almennur fyrilestur við Mads Hansen, altjóða hondbóltsdómara. Fyrilesturin verður hjá okkara høvuðstuðli BankNordik á Oknarvegi 5.

Fyrilesturin ber heiti: Ferðandi í hondbólti – handan leiktjøldini

Mads Hansen hevur dømt í yvir 20 ár í donskum og altjóða hondbólti saman við Martin Gjeding. Teir hava m.a. dømt bæði HM- og EM-finalur hjá bæði kvinnum og monnum, Champions League finalur hjá bæði monnum og kvinnum og OL í bæði Beijing og Rio.

Mads Hansen kemur at greiða frá, hvussu hansara yrkisleið sum dómari byrjaði og hvat hann hevur upplivað higartil. Ein mutursmál í Rumenia, politiski parturin av døming, sum man sjáldan hoyrir um í almenninginum. Hartil vaksandi áhugan frá fjølmiðlum fyri døming, herundir dómaraljóð/samskifti í donskum sjónvarpsdystum, verkætlan við Go-pro kamera á pannuni saman við TV2, umframt annað hann hevur upplivað gjøgnum tíðina, og hví hann heldur tað vera verðins feitasta frítíðarítriv at døma hondbólt.

Ynskja tit at koma til fyrilesturin, kunnu tit boða frá við at skriva til ari@hsf.fo.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni