Methøg U8-luttøka

Heili 78 lið luttóku í U8-kapping í Høllini á Hálsi leygardagin. Hetta er metnógv, eftir at 77 vóru til U8-kapping 12. mars í Klaksvík í fjør.

Sostatt luttóku á leið 500 børn í kappingini, sum Neistin og Kyndil skipaðu fyri í felag. Talan var um 36 gentulið og 42 dreingjalið. Hetta var fimta U8-kappingin í vetur og verður seinasta kappingin leygardagin 11. mars í Badminton- og KÍ-Høllini í Klaksvík.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni