Tá talan er um aldursbólkarnar 14 ár og eldri, og spælararnir hava fingið góðar tekniskar førleikar, verður alt meira dentur lagdur á spælskipanina hjá liðnum. Hondbóltsspælið byggir jú á førleikarnar hjá tí einstaka og hugsunarháttin hjá heildini.
Spælskipanin byggir til eina og hvørja tíð á tøka spælaratilfarið. Spurningarnir eru m.a., hvussu liðið skal verja, hvussu liðið skal skipa seg frá verju- til álopspartin, hvussu spælast skal í álopspartinum, og hvussu liðið skal umskipa seg til verjupartin.
Í samsvari við tøka spælaratilfarið eigur venjarin at gera sær nakrar tankar um, hvussu liðið skal spæla og virka. Hugsa um ein ávísan part av spælinum um ferðina og svara spurningum, so sum: Hvat hevur týdning í hesum partinum, hvat skal raðfestast, hvat skal venjast og hvussu skal tað venjast. Hjólið, sum vísir ymisku deilpartarnar í spælinum, er eitt hent amboð at nýta í hesum sambandi.
Spælskipanin má finnast, áðrenn til ber at leggja til rættis, tí spælskipanin er grundarlag fyri tilrættisleggingini. Tá vit tosa um ætlanir, má venjarin gera sær greitt, hvørjir møguleikar og hvørjar avmarkingar eru. Hvussu nógvir spælarar eru, hvat er støðið, hvat eru vónirnar hjá spælarum, venjara og felag o.s.fr.
Hvar er liðið í dag, og hvar ætlar liðið at verða um eitt ár. Aðalmálið at røkka má vera í samsvari við, hvussu nógv/lítið spælararnir eru til reiðar at ofra. Tí hevur tað týdning, at spælararnir eisini sleppa at siga sína hugsan. Eitt greitt mál tryggjar liði og venjara, at arbeitt verður eftir somu stevnu.