Hvíld

Øll venjing krevur, at kroppurin má hvíla. Venjingin rykkir og skrykkir í vøddar/lið, og tað tyngir kroppin meira enn vanligt. Grundreglan er, at jú harðari venjing, jú meira hvíld – tí kroppurin styrknar, tá hann hvílir.

Fær kroppurin hóskandi hvíld, gerst hann sterkari. Fær kroppurin ov lítla hvíld, áðrenn vant verður aftur, so viknar kroppurin. Er hvíldin ov long, áðrenn næstu venjing, hendir eingin broyting í kroppinum.

Ynskir venjarin at síggja framgongd og menning í hópinum, er neyðugt at taka venjingina í álvara. Tað er ikki nóg mikið at áseta, hvørjar dagar liðið skal venja, men venjingarnar skulu eisini leggjast til rættis, so at tær eru fjølbroyttar og stimbra framgongd, tí hetta eggjar tann einstaka.

Um børn og ung byrja ov tíðliga miðvísa venjing og servenja í hesi ítróttagrein, eru fylgjurnar ofta, at kropsliga venjingin gerst eintáttað. Harvið missa tey áræði og íblástur og gevast á ungum árum.

Søgan sigur okkum, at størstu ítróttastjørnurnar eru ofta tey, sum barnaárini og fyrstu ungdómsárini hava íðkað fleiri ítróttagreinar. Tað vísir seg, at tað kroppurin fær við ymiskum ítrótti, sum einki hevur við høvuðsítróttagreinina seinni at gera, er til fyrimunar.

Tá fyrsta venjingin er, má venjarin finna útav, hvørjum tekniskum og taktiskum stigi børnini eru á, so at venjingarnar eru avbjóðandi fyri tann roynda, men eisini fyri tann minni roynda. Eitt hugskot er at eygleiða børnini, tá tey spæla á tvey mál, og skráseta, hvat børnini kunnu í mun til tað, sum leisturin leggur upp til, at aldursbólkurin skal læra.

Tá henda skráseting er gjørd, eiga raðfesting og tilrættislegging at taka støðið í hesum. Kropsliga venjingin skal sjálvandi eisini hugsast inn í heildarmyndina. Hvørjar kropsligar venjingar skulu gerast, og nær hóskar tað frægast at venja kropsliga venjing. Tann sálarligi/sosiali parturin skal eisini dragast inn í heildarmyndina.

Ein loysn frá Sendistovuni