Gallaveitslan 2023

Komandi leygardag, 27. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2023. Byrjað verður kl. 17.30 í høvuðsætinum hjá BankNordik, har ársins heiðrar verða latnir. Hareftir verður veitsla í Dansifrøði, sum Neistin skipar fyri.

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og er eitt av hæddarpunktunum valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í samband við tiltakið. Meðan Neistin hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum avgreiður atkvøðugreiðsluna um ársins hetta og hatta. Eins og í fjør verður handanin av ársins nøvnum áðrenn sjálvt borðhaldið. Tað vera høvuðs-, deildar- og stórstuðlar hjá HSF, sum fara at lata og handa steypini. Tey ið velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, venjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og er atkvøðugreiðslan almenn.

Skráin fyri Gallaveitsluna
17.30             Bjóðað verður vælkomin við vælkomudrykki og myndatøku
17.45             Ársins heiðrar í BankNordik
19.00             Farið verður til borðs í Dansifrøði
19.30             2 rættað matskrá, sangur og undirhald
23.00             Dansur við plátuvendara

HSF og Neistin gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2023.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni