Silikal Føroyar stuðlar HSF

Í vár var Sp/f Silikal Føroyar kunngjørt sum nýggjur stórstuðul hjá Hondbóltssambandinum. Partarnir hava longu nú gjørt av at leingja samstarvið fram til 2026.

Silikal Føroyar, sum hevur heimstað í Klaksvík, er veitari av slitsterkum industrigólvum til vinnuna og er dóttirfelag hjá Sp/Kjølur.

Hans Arni Bjarnason Thomsen er stjóri í fyritøkuni og hitti hann Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF, herfyri, tá sáttmálin bleiv undirskrivaður í Klaksvík. Hans Arni og familja hansara fylgja væl við í hondbólti. Hans Arni og konan eru bæði leikarar, ávikavist núverandi og fyrrverandi, umframt børn teirra. – Vit halda, at HSF og føroysku feløgini hava gjørt eitt gott arbeiði seinastu árini kring landið og endurspeglast hetta eisini á okkara góðu landsliðum, sum vit øll eru errin av, nú veruligur hondbóltsfepur ger um seg. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast eisini um undirtøkuna og stuðulin fólk og fyritøkur sýna. Hesin er alt avgerðandi fyri uppgávurnar, sum standa fyri framman og næstu tøkini, sum skulu takast.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni