Nú byrjar W19 EHF Championship

Í dag ferðast U19-kvinnurnar til Litava, har tær komandi vikuna skulu kappast í EHF Championship kapping, sum verður leikt í Klaipeda.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Mánadagin 10. juli
Kl. 13.15 Føroyar – Bulgaria

Týsdagin 11. juli
Kl. 13.15 Turkaland – Føroyar

Hósdagin 13. juli
Kl. 13.15 Spania – Føroyar

Leygardagin eru krossdystir og sunnudagin plaseringsdystir. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara.

Hesar manna U19-landsliðið:

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin
Gylta á Neystabø, Kyndil

Vinstri vengur:
Lea Mohr, Neistin
Silja Heðinsdóttir, Neistin

Høgri vengur:
Karin Egholm, H71
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil

Strikur:
Barbara Hammer, Kyndil
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Karina Debes Heinesen, Kyndil

Bakspælarar:
Hanna Jakobdóttir Dalsgarð, Kyndil
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
Lukka Arge, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Sára Lagos, VÍF

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni