Atgongumerki til Føroyar – Belgia til sølu

Atgongumerkini til EM-fyrireikingardystirnar hjá Føroyum móti Belgia eru nú til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Fríggjadagin og leygardagin, 5. og 6. januar, spælir føroyska manslandsliðið fyrireikingardystir undan EM-endaspælinum í Týsklandi. Dystirnir vera á heimavølli í Høllini á Hálsi móti Belgia, báðar dagarnar kl. 19.30.

Belgia vann seg ikki í EM-endaspælið, men tapti sínar dystir sera tepurt móti Kroatia, Hollandi og Grikkalandi. Belgia vann seg í seinasta HM-endaspælið, og gjørdist liðið tá nummar 21 av 32 londum.

Føroyar hava møtt Belgia 7 ferðir áður, og hava úrslitini verið hesi:
27.10.12 Belgia – Føroyar 36-22
18.01.03 Belgia – Føroyar 24-17
15.01.03 Føroyar – Belgia 22-22
13.10.87 Belgia – Føroyar 28-14
12.10.87 Belgia – Føroyar 32-13
09.02.86 Belgia – Føroyar 17-11
01.12.76 Belgia – Føroyar 25-24

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni