Byggja saman Borg

P/F Borg verður eisini ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2026. HSF og Borg hava longt verandi sponsorsamstarv.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Rodmundur Nielsen, stjóri í P/F Borg, hittust herfyri á skrivstovuni hjá P/F Borg á Fjøruvegi 5 í Runavík, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. P/F Borg hevur, umframt í Runavík, eisini timburhandil og byggibúð í Havn og Klaksvík.

Til sáttmálan viðmerkir Rodmundur Nielsen,

– Sum fyritøka, sum virkar kring alt landið, vilja vit eyðsýnt stuðla virksemi, sum øll føroya fólk ynskja at standa saman um. Umframt virksemi í heimliga kappingarhondbóltinum, so eru landsliðini nú eisini vorðin nakað føroyingar flestir fylgja við áhuga og eru ernir av. Hetta er eisini áhugavert og spennandi fyri okkum at vera við til.   

– Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,

Hetta er triðja sáttmálaskeiðið saman við P/F Borg. Tað hevur gingið skjótt framá seinastu árini, og hava trúgvir stuðlar verið avgerandi fyri góðu gongdini. Stóra lopið, har Føroyar nú m.a. hava vunnið seg í eitt EM-endaspæl, skal ikki vera ein løtumynd, men ein varandi lutur, har Føroyar altíð eru at rokna sum ein hondbóltstjóð, sum bjóðar av. Hetta krevur góð heimlig samstørv og uppbakning frá fólki og fyritøkum.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025. P/F Borg verður við hesum ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á vinstra baklæri á brókunum á landsliðsklæðunum.

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni