U16 kvinnur: Avbjóðandi byrjan

Føroysku U16-kvinnurnar møttu avbjóðandi møtstøðu á fyrsta degnum í European Open. Í morgun møttu okkara Noreg, sum vístu seg at vera sera sterkar og taptu okkara 22-11, eftir 13-5 í hálvleikinum. Í seinna dystinum gekk frægari, men taptu okkara eisini, 23 – 17, fyri Kroatia, eftir 14-7 í hálvleikinum.

Okkara byrjaðu annars væl móti Noreg í morgun og fyldust liðini fyrstu løtuna. Tað var tó skjótt greitt, at talan var um eitt sera sterkt norskt mótstøðulið, sum vóru bæði stórar, skotsterkar og dekkaðu væl. Noreg kom skjótt framum og tað gjørdist ein dystur, har tapið skuldi avmarkast. Hjá Føroyum var Amilia Agnarsdóttir Joensen eyðsýnd í álopinumog og gjørdi hon 6 av teimum 11 føroysku málunum.

Málskjúttar hjá Føroyar – Noreg:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 6
Halla Haldansen 1
Dinna Lamhauge 1
Lý Magnussen 1
Bjørk Mariusardóttir 1
Sára Thorleifsson 1

Tað gekk heldur betri í seinna dystinum, sum var móti Kroatia. Okkara høvdu tó aftur avbjóðingar við stóru kroatisku kvinnunum, verjuspælið var misjavnt í fyrra hálvleiki og fingu okkara ikki fatur í strikuspælinum. Í álopinum vóru okkara ikki nóg beinleiðis og ágangandi og var spælið alt ov síðulens. Liðini fóru til hálvleiks við 14-7 til Kroatia. Føroyska liðið var tó sum hamskift í seinna hálvleiki. Verjuspælið var meira ágangandi og fingu okkara glið á í álopsspælið, har serliga Amilia Agnarsdóttir, Bára í Innistovu og Bjørk Mariusardóttir vóru eyðsýndar. Dysturin náddi tó ongantíð blíva spenanndi og endaði 23-17 til Kroatia. Okkara kunnu tó taka nógv gott úr seinna hálvleiki við sær til dystirnar móti Litava og Íslandi í morgin. Hesir byrja ávikavist kl. 09.00 og 14.00, føroyska tíð. Dystirnir verða stroymdir á ehftv.com.

Málskjúttar Kroatia – Føroyar:
Amilia Agnarsdóttir Joensen 8
Bjørk Mariusardóttir 3
Halla Haldansen 2
Bára í Innostovu 2
Anna Katrina Poulsen 1
Lý Magnussen 1

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni