Mennirnir sigraðu í Tokyo

Hóast sigurin bert var við einum máli, so stýrdu Føroyar dystinum móti Japan í seinna hálvleiki, eftir at fyrri hálvleikur var nakað misjavnur. Føroyar vunnu 30-29, eftir hálvleiksstøðuna 15-14 til Føroyar.

Japanska hondbóltssambandið hevði gjørt nógv burturúr dystinum við lasarshowi, royki, sangi og dansi, og vóru eisini nógvir áskoðarar til dystin. Japanarar hava lagt nógv fyri at fyrireika seg til OL, og hava teir sett kenda spanska venjaran, Antonia Carlos Ortega, sum eisini er venjari hjá Barcelona, at leiða teir til OL.

Føroyska spælið var heldur misjavnt í fyrra hálvleiki og vóru tað japanarar, sum vóru frammanfyri størsta partin av hálvleikinum. Japanarar spældu sítt eyðkenda skjóta og fótfima spæl, men var fysiska trýstið ikki eins tungt og okkara eru vanir við í Europa. Verjan stóð hampuliga væl, men vóru heldur nógvar tekniskar villur í álopinum, har menn høvdu ilt við at finna hvønn annan. Mesta plássið var at finna á vengrunum, har okkara fingu nógv pláss í dag. Hetta sæst eisini aftur á málskjúttunum, har Allan Norðberg, á høgra vongi, gjørdi 7, meðan Leivur Mortensen og Rói Berg Hansen, á vinstra, gjørdu ávikavist 3 og 2 mál.

Elias Ellefsen á Skipagøtu spældu ikki so nógv í fyrra hálvleiki, men tað mesta av seinna, har hann var heilt framúr í sínum assistspælið. Tað var við hesum at okkara vunnu seg 5 mál framum um miðjan seinna hálvleik, og høvdu okkara fult tamarhald á dystinum um miðjan hálvleik. Nicholas Satchwell var eisini komin inn í føroyska málið og hevði hann fitt av bjargingum. Føroyska leiðslan var tó líka við at gleppa. Fyrst settu Føroyar 7 mans á vøllin eftir eitt leikbrá, har okkara vóru undirtal og fingu harvið eina útvísing afturat. Hareftir tá 4 minuttir restaðu og Føroyar vóru í undirtali, fingu tveir føroyskir leikarar útvísing fyri kjaftaslit og okkara vóru 3 tríggir í undirtalið. Vilhelm Poulsen bjargaði tó degnum við fyrst at skora í undirtali og síðani fiska ein bólt í verjustøðu og 30-29 sigurin var tryggjaður.

Hetta var ein frálíkur venjingardystur hjá Føroyum, har allir føroysku leikararnir komu á vøllin og vóru eisini 10 ymiskir málskjúttar. Allan Norðberg er einsamallur høgri vongur í hópinum á hesum túrinum og spældi hann sum einasti maður 60 minuttir. Hann vísti eisini sínar dygdir og var hann toppskjútti saman við Eliasi á Skipagøtu við 7 málum hvør.

Føroyar og Japan møtast aftur í seinna vinardystinum mikudagin 3. juli kl. 10.30, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her: 【第2戦】日本代表 vs フェロー諸島代表|男子日本代表 国際親善試合2024|7月3日(水)18:15〜 LIVE配信予定 (youtube.com)

Dystargongdin Japan – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 5-2
15. min. 6-5
20 min. 8-6
25 min. 11-9
30 min. 13-14
35 min. 15-17
40 min. 17-20
45 min. 19-24
50 min. 22-26
55 min. 25-28
60 min. 29-30

Málskjúttar hjá Føroyum:

Allan Norðberg 7
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7 (4)
Leivur Mortensen 3
Teis Horn Rasmussen 3
Vilhelm Poulsen 3
Kjartan Johansen 2
Rói Berg Hansen 2
Rói á Skipagøtu 1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1
Bjarni í Selvindi 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 4 bjargingar (30 min. – fyrri hálvleikur)
Nicholas Satchwell 8 bjargingar (30 min. – seinni hálvleikur)

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni