Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen og Tom Riisgard Jensen

Hóskvøldið 7. november 2024 verður íblástrarvenjing við landsliðsvenjaran hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, í Høllin á Hálsi og íblastur til málverjavenjing við málverjavenjaranum hjá A landsliðnum við monnum, Tom Riisgaard Jensen, í Hoyvíkshøllin.

Tá føroysku A-landsliðini eru saman, er tað útyvir týdningarmiklar fyrireikingar, eisini møguleikin hjá okkara venjarum kring landið at fáa íblástur frá okkara A-landsliðsvenjarum, sum hava nógvar royndir frá altjóða hondbóltsheiminum.

Íblástur við Peter Bredsdorff-Larsen:
Hóskvøldið 7. november 2024 verður íblástrarvenjing við Peter Bredsdorff-Larsen, har fokus í venjingini er verjuspæl. Skeiðið verður í Høllin á Hálsi.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til á: https://forms.office.com/e/bV65QNJFCD.

Skráin fyri skeiðið:
19.00 – 19.30 Upplegg um endamálið við venjingini
19.30 – 21.00 Venjing í Høllin á Hálsi

Íblastur til málverjavenjing við Tom Riisgaard Jensen:
Sáma dag, hóskvøldið 7. november 2024, verður eisini íblástrarvenjing til málverjavenjing við Tom Riisgaard Jensen í Hoyvíkshøllin frá kl. 17:00 – 18:30.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til á https://forms.office.com/e/p5xHsji7rq.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni