Hesar 18 skulu til EM-endaspælið

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Sveis.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Brynhild Pálsdóttir, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Strikur:
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin

Bakkar:
Elsa Egholm, H71
Lukka Arge, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast aftur tann 18. november til venjingar í Føroyum. Fríggjdagin 22. og leygardagin 23. november spæla okkara venjingardystir móti ligalandsliðnum hjá Svøríki. Hesir verða ávikavist í Klaksvík og á Skála, báðar dagarnar kl. 18.00.

Mikdagin 27. nov. ferðast liðið til Basel, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Fríggjadagin 29. nov kl. 17.00 Sveis – Føroyar
Sunnudagain 1. des kl. 14.30 Kroatia – Føroyar
Týsdagin 3. des kl. 17.00 Føroyar – Danmark
Tíðirnar eru føroyskar.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni