HSF og Mowi leingja

Stuðulsavtalan millum alifyritøkuna Mowi og HSF er longd fram til og við 2027. Longda avtalan varð undirskrivað í vikuskiftinum, har HSF var á smoltstøðini á Hellunum og alibrúkinum í Oyndarfirði og vitjaðu saman við við forsetanum í EHF, Michael Wiederer.

Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 12 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum, sum komu inn og vildu stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, gjørdu ikki mætari enn at undirskriva sáttmálan úti við ein av aliringunum í Oyndarfirði leygardagin.

– Hans Jákup Mikkelsen, viðmerkir til nýggja sáttmálan, “vit í Mowi eru ógvuliga fegin og errin at stuðla tí eyðsýnda framburðin, sum hevur verið í føroyskum hondbólti seinastu árini. Harða arbeiði og úrslitini tala fyri seg, og landsliðini hava veruliga vunnið hjørtuni hjá føroyingum og vit gleða okkum til enn tvey endaspøl í vetur.”

– Gunn Ellefsen viðmerkir, “at stuðlarnir og stuðlasamstarvið eru ein fortreyt fyri at HSF kann virka á tí støði, sum vit eru komin til. Fleiri bóltar verða tveittir í mál á vøllinum, men eisini upp í luftina við økta virkseminum. Hesir mugu loftast og jonglerast, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr tí vit hava. Vit seta okkum leypandi nýggj mál, og trúgva og drúgva samstarvið við Mowi er við til at bera okkum fram.”

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni