6 ungdómslandsdystir móti Íslandi

Føroyar hava seinastu árini havt gott samstarv við íslendska hondbóltssambandi um ungdómslandsdystir. Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni.

Dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 31. mai á Savamýru
kl. 17.00 U15 Ísland – Føroyar

Sunnudagin 1. juni á Savamýru
kl. 15.00 U15 Ísland – Føroyar

Leygardagin 14. juni í Vestmanna
kl. 14.00 U17 Føroyar – Ísland
kl. 16.00 U19 Føroyar – Ísland

Sunnudagin 15. juni við Streymin
kl. 14.00 U17 Føroyar – Ísland
kl. 16.00 U19 Føroyar – Ísland

Hjá U15 er talan teirra fyrstu landsdystir. Hjá U17 og U19 er talan um fyrireiking til EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 spæla í døgunum 9. – 20. juli, meðan U17 spæla í døgunum 30. juli til 10. august. U19 eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania, meðan U17 eru í bólki saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni