ÚTSELT: Keypið EM-atgongumerki her

Nú fáast atgongumerkjapakkar til EM-dystirnar hjá Føroyum til keyps.

Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis til Oslo og koma flogferðaseðlarnir eisini til sølu nú kl. 10.00. Eisini fer Smyril Line, at seta ferðingina við Norrönu til sølu í dag.

Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna. Tøppa á “Buy tickets” og skriva síðani kotuna EURO-FRO í ávísta teigin á næstu síðuni, legg til merkis, at kotan skal skrivast við stórum stavum. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa.

https://www.eventim.no/en/promotion/162318/?affiliate=26B

Børn 0-3 ár sleppa gratis inn, men fáa ikki eitt setur og mugu tískil sita í fanginum hjá avvarandi.

Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi.

Talan er um atgongumerki í fýra ymiskum prísflokkum:
Kategori 1 (ljósareytt), prísur 2565 NOK + avgreiðslugjald
Kategori 2 (gul), prísur 1863 NOK + avgreiðslugjald
Kategori 3 (blá), prísur 1485 NOK + avgreiðslugjald
Kategori 4 (vínreytt), prísur 945 NOK + avgreiðslugjald

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni