Hesir fara til European Open

U19-landsliðið hjá monnum, sum skal til European Open í Svøríki, er úttikið. Kappingin er fyrst og fremst liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august. Hesir eru úttiknir til European Open, sum verður leikt í døgunum 30. juni – 4. juli.

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Hanus Gunnarson, H71
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
Brandur Hansen, VÍF
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71

Dystirnir verða leiktir í Göteborg samstundis sum Partille Cup er. Innleiðandi skráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mánadagin 30. juni
Kl.10.45 Føroyar – Niðurlond
Kl.16.45 Føroyar – Finnland

Týsdagur 1. juli
Kl. 09.30 Svøríki – Føroyar

Mikudagur 2. juli
Kl. 12.00 Kroatia – Føroyar

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni