Atgongumerki til Golden League

Sum áður fráboðað kemur manslandsliðið at fyrireika seg til EM-endaspælið við Golden League, har mótstøðuliðini verða Noreg, Danmark og Niðurlond. Føroysku atgongumerkini til Golden League í Trondheim dagarnar 30. oktober – 2. november fáast nú til keyps.

Føroysku atgongumerkini kunnu keypast til alla kappingin ella hvønn dystardag sær ígjøgnum hetta leinki: https://www.eventim.no/eventseries/3907015/?affiliate=NHC&exclusive_dealid=164061

Norska hondbóltssambandið selir eisini atgongumerki til kappingina og dystirnar her:
https://www.eventim.no/event/handballgutta-golden-league-gjensidige-cup-trondheim-spektrum-20300921/

Mikudagin kl. 10.00 koma føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til sølu. Hetta eru atgongumerki til meginumfarið í Malmö, har nummar 1 og 2 úr bólkinum hjá Føroyum í Oslo skuku víðari til. Hóast tað ikki er greitt hvørji lond koma víðari, Sloveniar, Føroyar, Montenegro ella Sveis, so hava londini longu fingið tillutað atgongumerkini at selja.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni