U19-menn: HM byrjar í morgin

U19-mennirnir eru komnir væl niður til Kairo í Egyptalandi og byrjar HM-endaspælið í morgin, mikudagin 6. august. Dystirnir hjá Føroyum kunnu stroymast á “IHF Competitions” á youtube.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 6. august
Kl.13.00 Slovenia – Føroyar

Fríggjadagin 8. august
Kl. 10.45 Føroyar – Týskland

Leygardagin 9. august
Kl. 10.45 Uruguay – Føroyar

Hesir eru í føroyska hópinum til HM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 6. – 17. august.

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF

Útileikarar:
Filip Haldansen, VÍF
Jákup Egholm, H71
Torkil Debes Dahl, StÍF
Magnus Árason, GOG
Helgi Jakob Halldorsson, H71
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Lýðar í Dímun, Neistin
Rúnar Hammer, BSH
Fríði í Innistovu, VÍF
Erling Erlendsson, Kyndil
William Napoleon Djurhuus, H71
Pauli Rasmussen, StÍF
Jón Midjord, H71

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni