U17-kvinnur: Greitt tap fyri Serbia

Munurin var stórur millum Serbia og Føroyar í dag. Serbia vann greitt 32-12, eftir hálvleiksstøðuna 14-5. Okkara skulu nú kappast um 21. – 24. pláss í EM-endaspælinum í Montenegro.

Føroyar fingu ein tunga byrjan uppá dystin og komu afturum 6-1 eftir 10 minuttir. Tað gekk sum heild illa at skjóta mál í fyrra hálvleiki og stóð serbiski málverjin sera væl. Føroyska skoringsprosentið var heilt niðri á 24. Føroyar høvdu sína bestu løtu um miðjan fyrra hálvleik eftir føroyskt leikbrá. Meira ferð kom álopsspælið og komu okkara betri í ein-móti-einari-støður, har serliga Halla Haldansen gjørdi um seg. Føroyar minkaðu um munin niður í 3 mál, men kom síðani stígur í og okkara fingu bert 1 mál restina av hálvleikinum. Hálvleiksstøðan var 14-5 til Serbia.

Tað gekk heldur betri at skjóta mál í seinna hálvleiki, men lótu okkara tó samstundis fleiri mál inn. Dysturin var merktur av, at hann var avgjørdur og skiftu bæði liðini nógv út og fingu deilt orku og spælitíð. Munurin var tó samanlagt stórur á liðunum í dag og vann Serbia, úrslitið gjørdist 32-12.

Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla var mest eyðsýndi leikarin og Føroyum og toppskjútti við 5 málum. Føroyar skulu nú spæla um plássini 21-24 í EM-endaspælinum og verða hesir dystirnir hósdagin, fríggjadagin og sunnudagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Serbia – Føroyar:
5 min. 2-0
10 min. 6-1
15 min. 7-4
20 min. 10-4
25 min. 14-4
30 min. 14-5
35 min. 17-5
40 min. 21-7
45 min. 24-7
50 min. 27-8
55 min. 31-12
60 min. 32-12

Málskjúttar hjá Føroyum:
Halla Haldansen 5 (4)
Arina Høgnadóttir Wang 2
Fríða Eysturtún Rubeksen 1
Maria Poulsen Hellisdal 1
Vár Leo Mortansdóttir 1
Bjørk Mariusardóttir 1
Lý Dávadóttir Magnussen 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 3 bjargingar, 18%
Bjørk Germaine Rubeksen 5 bjargingar, 22%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni