European Cup í Hoyvík

Komandi fríggjadag og leygardag verður altjóða hondbóltur aftur í Hoyvíkshøllini. Talan er um H71-kvinnur, sum taka móti niðurlendsku Cabooter Fortes Venlo í 2. umfari av European Cup.

Talan er um lið, sum hava á leið somu royndir og úrslit at vísa á í evropeiskum hondbólti, so talan kann blíva um tveir javnbjóðis dystir.

Báðir dystirnir byrja kl. 19.00, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni