Articon og Hondbóltssambandið leingja

Articon verður framhaldandi at síggja á føroysku landsliðklæðunum, sum eisini koma í nýggjum hami í heyst. Articon hevur verið stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya síðani 2023, og er sáttmálin nú longdur í tvey ár, til og við 2027.

Jón Sigursson, stjóri, Niclas Joensen, fíggjarstjóri, Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari og Andrass Thomsen, stjóri í Hondbondsambandi Føroya, hittust í farnu viku í høvuðsætinum hjá Articon á Hjalla og skrivaðu undir nýggja sáttmálan. Høvið var eisini at hava landsliðsleikararnar Janu Mittún og Elsu Egholm við, sum vóru í Føroyum til landsliðsvenjingar.

Um stuðulin sigur Jón Sigurdsson:

  • Vit eru fegin um at leingja samstarvið við Hondbóltssambandið. Úrslitini á vøllinum halda á við at bergtaka bæði heima í Føroyum og úti í verð, og at eiga ein lut í hesum og hava tryggjað føroyingum karmar Við Tjarnir at savanst um landsliðini eru vit errin av.
     
    Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, sigur um longda samstarvið.
  • Í sambandi við at tað ítróttarliga gongur við rúkandi ferð, er tað umráðandi at vit hava møguleika at taka av fleiri uppgávum sum standast av hesum. Nýggjar og fleiri uppgávur krevja ein sterkan grundvøll, og tí eru vit fegin um at Articon heldur fram sum stórstuðul.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni