Hotel Djurhuus framhaldandi karmur um hondbóltslandsliðini

Hondbóltssamband Føroya og stórstuðulin Hotel Djurhuus hava longt stuðulssamstarvið tvey ár fram. Avtalan er galdandi til og við 2027, og hevur við sær, at navnið á gistingarhúsinum framvegis verður at síggja á leikbúnunum hjá landsliðunum.

Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri niðri á Hotel Djurhuus, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður saman við Jenny í Heiðunum, hotelstjóra, og Rúna Djurhuus, eigara.

Tá landsliðini hjá okkum spæla á heimavølli, hýsir Hotel Djurhuus teimum vanliga dagin fyri dyst, og búgva útiliðini eisini javnan yviri við Strond.

– Tað er ein gleði at kunna stuðla hesum frægu hondbóltsleikarum, sum ferð eftir ferð lyfta yvirleggjaran fyri hvat er møguligt hjá okkum at røkka úti í heimi. Vit eru errin, at hava fleiri av bestu hondbóltstjóðunum gistandi hjá okkum og ynkja vit at veita teimum bestu umstøðurnar áðrenn dyst, sigur Jenny í Heiðunum, hotelstjóri.

    Andrass Thomsen sigur um longda samstarvið:
    – Vit eru sera væl nøgd við umstøðurnar, tá okkara landslið gista á hotellinum upp til dystir. Vitjandi liðini eru altíð væl nøgd og hetta vilja vit sjálvandi halda fast við.

      Komandi venjaraskeið

      19. august 2026

      Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

      Venjararáðstevnan

      13. august 2026

      Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

      Seinasti møguleiki!

      10. august 2026

      Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

      Ein loysn frá Sendistovuni