Leingja við P/F Leif Mohr

Hondbóltssambandið og P/F Leif Mohr hava longt stuðlasamstarvið, har fyritøkan er ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Andrass Thomsen, stjóri í HSF, og Høgni Klein Olsen, handils- og marknaðarleiðari hjá P/F Leif Mohr, hittust við Tjarnir herfyri, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður. P/F Leif Mohr verður við hesum verandi ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á landsliðblusuni.

Til sáttmálan viðmerkir Høgni Klein Olsen,

– Vit hava verið stuðlar hjá føroyskum hondbólti í nøkur ár, og tað er enn líka stuttligt. Savningarmegin er eyðsýnd, serliga nú kring endaspølini hjá kvinnu- og manslandsliðnum og sprettir hetta úr áhaldandi og dygdargóðum arbeiði. Hetta nakað vit gjarna vilja stuðla.

– Andrass Thomsen viðmerkir til sáttmálan,

Vit eru ógvuliga fegin um, at P/F Leif Mohr vil stuðla føroyskum hondbólti. Endaspølini hjá kvinnum og monnum hava fylt nógv seinastu tíðina. Hetta er kapping og hondbóltur á hægsta stigi og krevur nógv, men tá er gott at hava góðar, sterkar føroyskar stuðlar og samstarvsfelagar, sum øll lyfta í felag.

Sáttmálin er galdandi til 2028.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni