MBM styrkir hondbóltin

MBM er nýggjur stórstuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, og er meginfelagið nú eisini sjónligt á nýggju landsliðsblusunum.

Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri yviri hjá MBM á Vegnum Langa í Hoyvík, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Tony Weyhe, stjóra í MBM, eftir ein áhugaverda rundvísing í framleiðsluni.

”Vit fegnast um nýggja samstarvið við HSF”, viðmerkir Tony Weyhe. ”Menningin í føroyskum hondbólti er eyðsýnd fyri allar føroyingar og merkist næstan dagliga í prátinum í kaffistovuni. Trúgvin uppá egna megi, mátt og loysnir hevur flutt hondbóltin, og tað er eisini ein hugburður vit í MBM ynskja at spegla okkum í.”

Andrass Thomsen viðmerkir til nýggja sáttmálan, ”at eina serføroysk fyritøku sum MBM munnu allir føroyingar vera góðir við, og tað at fáa bestu úrdráttir og úrslit úr tilfeinginum, vit hava í Føroyum, eru felags stev og mál, vit kunnu ganga saman um.”

Sáttmálin er galdandi fram til 2028.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni