Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Portal Play er heitið á nýggja stroymingarpallinum hjá Portalinum, og nú er greitt at Burn deildin, SMS deildin og Faxi Kondi-kappingin, sum er steypakappingin, vera víst á pallinum.

Landskappingin og steypakappingin í hondbólti hevur seinastu árini havt heimavøll á HSF Live, men flytur nú inn á nýggja stroymingarpallin hjá Portalinum.

– Í summar hava vit gjørt royndir við at stroymt endaspøl hjá ungdómsliðum umframt at vit stroymdu frá dystunum í Wenzel Nordic Cup. Hetta riggaði sera væl og undirtøkan var góð. Tí gleða vit okkum til kappingarárið byrjar og vit veruliga koma í gongd, sigur Bárður Kass Nielsen, stjóri í Miðlum, sum eigur og rekur Portalin og FM1.

– Vit eru fegin um nýggja samstarvið við Portalin, sum man vera ein hin mest vitjaða føroyska heimasíðan. Portalurin hevur kastað nógv ljós á føroyskan hondbólt seinastu árini og vit síggja enn fleiri góðar møguleikar við nýggja samstarvinum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum.

Elddópurin hjá Portal Play verður um vikuskiftið nú kappingarárið byrjar. Lagt verður fyri í SMS-deildini við dysti millum Neistan og EB. Leygardagin spæla kvinnuliðið og mansliðið hjá Kyndli móti ávikavist Stjørnuni og Team Klaksvík.

Hetta fyrsta umfari verður tað tó ókeypis at hyggja við at stovna sær brúkara.

Tað fer at bera til at tekna sær einstakt hald til annaðhvørt hondbólt ella flogbólt og til ber eisini at tekna til bæði samstundis. Harumframt ber til at keypa sær atgongd til einstakar dystir.

Vitja nýggja pallin á play.portal.fo.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni