Ov stórur biti

A-landsliðið við kvinnum tapti 33-17 fyri Serbia. 

Tað sást frá dystarbríksli, at stórur munur var á liðunum. Eftir eina lítla løtu var 5-0, og eitt skifti vóru níggju mál á muni. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki raknaðu føroysku kvinnurnar tó við og tá farið var til hálvleiks var støðan 17-11 til Serbia.

Føroyar byrjaðu illa í seinna hálvleiki og tað gingu heili 18 minuttir áðrenn fyrsta málið varð skotið. Tá høvdu serbisku kvinnurnar langt seg á odda 26-12. Tað tyktist sum um, at stríðsviljin, ið av álvara má takast fram í slíkum dystum, manglaði hjá flestu føroysku leikarunum.

Seinastu minuttirnar eyndaðist Føroyum at forða fyri skotum og spæla seg ígjøgnum verjuna hjá stóru og breiðu serbunum, men opnir møguleikar vórðu brendir, umframt trý brostkøst.

Leygardagin er ikki minni trupul uppgáva, tá Føroyar spæla á útivølli móti Svøríki, ið varð nummar trý til HM í vetur.

Føroysku málskjúttarnir:
Súna Krossteig Hansen 4
Durita Cristophersen Jojic 3
Bjarta Osberg Johansen 2
Daniella Joensen 2
Maria Halsdóttir Weyhe 2
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Bára Krossteig Hansen 1
Turið Arge Samuelsen 1
Heidi Maria Akselsen 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni