Venjingarkapping fyri U10 og U12

Um vikuskiftið verður skipað fyri einari venjingarkapping fyri U10 og U12 hjá gentum og dreingjum.

Landskappingin hjá barna- og ungdómsliðunum byrjar síðst í oktober og kappingin um vikuskiftið er liður í fyrireikingunum hjá feløgunum til nýggja kappingarárið.

Serliga er kappingin ætlað yngru U10-leikarunum, sum skulu royna seg á heilum vølli á fyrsta sinni.

Tíð og stað hjá ymsu aldursbólkunum kann síggjast her: U10 og U12 venjingarkapping

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni