Atgongumerkjasølan byrjar í dag

Komið og stuðlið føroysku stríðsmonnunum og uppliv donsku heimsmeistararnar.

Klokkan 09.00 byrjar atgongumerkjasølan til landsdystirnar 13. apríl í Royal Arena í Keypmannahavn.

Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

Kom við til eina hondbóltsveitslu!

Eitt atgongumerki til báðar dystirnar. Atgongumerkini kosta 200- og 225 krónur og kunnu keypast við at trýsta her.

Vit vilja mæla øllum til at keypa atgongumerki í økinum, sum er markerað “forbeholdt færøske fans”.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni