Venjingarætlan

Heri Ziska, kropsligur venjari hjá HSF, og Mark Marcher, ítróttarsamskipari, hava gjørt tvær nýggjar venjingarætlanir at taka niður hjá hondbóltsleikarum.

Onnur venjingarætlanin er hugsað til leikarar á hægsta stigi, t.e. landsliðsleikarar og leikarar í fremstu deildunum og hin lættara til leikarar í 1. deild og ungdómar.

Tað er sera týdningarmikið at vera virkin í hesum tíðarskeiðnum og at halda venjingina við líka. Fleiri góðar grundir eru til at vera virkin, hóast venjingarhølini eru stongd. T.d

1. Færri skaðar verða, tá dystirnir og virksemi byrjar aftur.
2. Stundir eru til at gera ymiskar kropsligar venjingar, sum vanliga ikki verða gjørdar, meðan kappingin koyrir. T.d skaðafyribyrgjandi, einstakir vøddabólkar o.s.fr
3. Góðar stundir eru til tekniskar venjingar heima, sum ikki fylla so nógv til vanligu hallarvenjingarnar. T.d serligar fintir, skotvariantar móti veggi, skrúvubóltar o.s.fr.

Takið venjingarætlaninar niður her:
Vikuskrá til hondbóltsleikarar
4-daga rullandi skrá

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni