Felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Liðini høvdu tvær venjingar saman, vóru til fyrilestur um ítróttarskaðar, sum serliga raka kvinnur og ótu eisini ein máltíð saman. Hugsanin handan dagin er at samansjóða kvinnulandsliðini, venjararnar og ein liður í at skapa ein reyðan trá millum liðini.

Hondbólturin er so smátt byrjaður aftur eftir korona-steðgin. Fleiri av feløgunum eru byrjaði at venja aftur og hava fleiri av landsliðunum eisini verið savnaði. Hóast allir landsdystir og kappingar eru avlýst fyri summarið, koma okkara landslið at venja nógv saman og byrja longu nú at fyrireika seg til komandi uppgávur, sum vónandi byrja í heyst.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni