A-landsliðið úttikið

Nú er greitt, hvussu manslandsliðið verður mannað til dystirnar móti Montenegro og Danmark síðst í mánaðinum.

Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.Tað verða ikki somu menn, sum skulu umboða Føroyar til báðar dystirnar.

Til dystin móti Montenegro verður Hans Eli Sigurbjørnsson ikki við, meðan hann verður við til dystin móti Danmark. Allan Norðberg er í somu støðu, har hann bara verður við til annan dystin, sum er móti Montenegro og ikki móti Danmark.

Sambært landsliðsvenjaranum, Sonni Larsen, er hetta tí, at mótstøðuliðini ikki hava somu verjuskipanir.

– Montenegro verjur vanliga 3-2-1, og tá er tørvur á einum kvikum vongspælara, sum vit hava í Allani. Danmark verjur harafturímóti vanliga 6-0, og tá verður tørvur á einum bakspælara sum Hans Eli, ið er sterkur í fótskiftinum og kann geva donsku verjuni avbjóðingar, sigur landsliðsvenjarin.

Útidysturin móti Montenegro verður spældur í montenegriska høvuðsstaðnum Podgorisa, meðan heimadysturin móti Danmark verður spældur í Skjern.


LEIKARAR TIL DYSTIN MÓTI MONTENEGRO 24. OKTOBER

Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuleikarar
Helgi Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Vongleikarar
Rói Berg Hansen, FIF
Allan Norðberg, KA
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF

Bakleikarar
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Rúni Vest Højgaard, H71
Áki Egilsnes, KA
Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Spælskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Tróndur Kragesteen, Neistin

 

LEIKARAR TIL DYSTIN MÓTI DANMARK 27. OKTOBER

Málverjar
Niklas Simonsen, TMT Tønder
Nicholas Satchwell, Neistin

Strikuleikarar
Helgi Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Vongleikarar
Rói Berg Hansen, FIF
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF

Bakleikarar
Peter Krogh, H71
Brandur Halgirsson, H71
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rúni Vest Højgaard, H71
Áki Egilsnes, KA
Kjartan Johansen, Viking Stavanger

Spælskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Tróndur Kragesteen, Neistin

Lån penge: Banker i Danmark tilbyder lån uden sikkerhed til forbrugerlåntagere, der ikke er opført på den nationale sortliste (RKI). Låntagere kan sammenligne online lånetilbud gratis med Eksperten. Eksperten er et gratis online websted for at finde det bedste billige lån.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni