Um minni enn eina viku, mikudagin 7. august, byrjar EM-endaspælið hjá U18-monnum, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro. Ert tú staddur í Føroyum, ber til at síggja dystirnar hjá Føroyum á live.hsf.fo, har ein dystur kostar 39 kr., um tú ikki hevur mánaðar- ella árshald.











