B-dómaraskeið

Tvey B-dómaraskeið vera um mánaðarskiftið. Lesið meira her…

Øll sum døma frá U16/18 og 1. deild skulu í framtíðini hava tikið B – dómaraskeið og góðkenda B – regultest fyri at døma í hesum deildum. HSF viðmælir øllum, ið døma U18 og 1. deild, um at luttaka á B – dómaraskeiði skjótast til ber. Á skeiðinum verður týðandi hondbóltsreglar og tulkingar fyri eldri ungdóm og vaksnamannadeildirnar gjøgnumgingnar, við fokus á truplar støður, ið kunnu koma fyri í viðkomandi deildum. Skeiðið endar við skrivligari B – regultest.

Til ber hjá øllum feløgum at melda dómarar til øll B – dómaraskeið, óansæð hvar skeiðið verður hildið.

Komandi B – dómaraskeiðir:

Tórshavn, ÍSF húsið, Eystara BryggjaTýsdagur 30/09-25 kl. 18:30
Oyrarbakki, Felagsskúlin á OyrarbakkaHósdagin 02/10-25 kl. 18:30

Skeiðslongd: 3:15 tímar, íroknað B – regultest.
Skeiðsgjald: 395,00 kr. pr. dómara, rokning verður send feløgunum.
Tilmelding: Trýst her

Lesið annars meira um døming, dómarar, dómaramenning og skeiðir her:
Døming – HSF

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni