Byggja víðari saman við Búsetri

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetri, hittust á skrivstovuni hjá Búsetri á Hjalla, har nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. Búsetur verður við hesum verandi ein av sjónligu stuðlunum á øllum pallum HSF´s og á høgru ermu á landsliðsblusuni.

Til sáttmálan viðmerkir Sjúrður Holm,

– Hjá Búsetri eru vit ikki bangin fyri nýggjum, spennandi avbjóðingum. Uppgávan hjá føroyskum hondbólti er eisini stór nú Føroyar skulu til EM, men hesum vilja vit gjarna standa saman um og stuðla. Við gjøllari fyrireiking og nærlagni kunnu vit saman náa góða úrslitinum.

Gunn Ellefsen viðmerkir til sáttmálan,

– Vit eru ógvuliga fegin um, at Búsetur vil taka næstu stigini saman við okkum. Grundarsteinurin undir okkara góðu hondbóltsleikarum í altjóða hondbólti liggur heima í feløgunum í Føroyum. Á sama hátt eru heimligu stuðlarnir eisini ein grundarsteinur skulu vit skapa nøktandi karmar og tryggja menningina.

Sáttmálin er galdandi til og við 2025.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni