Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum steðgaði eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki rakk til starvið.


Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum. Hann tekur við eftir Julian Johansen, sum steðgaði eftir HM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedonia, tá tíðin ikki rakk til starvið.

Føroyar stríddu seg til eitt 15. pláss av 24 í EM-endaspælinum og vunnu samstundis seinasta HM-atgongumerkið til HM2025 í Slovenia. Eitt heilt fantastiskt avrik, har Føroyar vunnu 26-24 á Eysturríki, eftir at okkara vóru aftanfyri 11-13 í hálvleikinum.

Seinnapartin gjørdist tað greitt, at mótstøðuliðið hjá U18-monnunum í dystinum um 15. pláss í EM-endaspælinum og HM25-atgongumerkið verður Eysturríki.

Hóast ein góðan dyst móti einum sterkum kroatiskum liðið, so høvdu okkara ikki hepni við sær seinastu løtuna, tá dysturin skuldi avgerðast. Føroyar taptu 28-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 15-14 í hálvleikinum.

Hóast portugisar ikki vóru ræðandi, so sýntist tankarnir longu vera við avgerandi dystirnar í morgin og leygardagin, tá HM-plássini verða avgjørd. Ávísir leikarar, sum hava spælt nógv í kappingni vóru partvís hvíldir og høvdu okkara ilt við at finna rútmuna í dag. Føroyar taptu greitt, 36-27, fyri Portugal. Hálvleikstøðan var 22-13.

Hóast slovenar vóru til at tosa við, so spældi føroyska U18-landsliðið undir støði, tá teir í dag taptu 35-25 móti Slovenia, eftir 17-13 í hálvleikinum. Teknisku villurnar vóru alt ov nógvar til at dysturin kundi blíva spennandi.

Við sigrinum á Italia í dag, blivu Føroyar nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Ísland vann bólkin, meðan Italia gjørdist nr. 3 og Montenegro nr. 4. Við hesum koma Føroyar at leika um 9. – 16. pláss í EM-endaspælinum í Montenegro.

Hóast ein fínan seinna hálvleik, so vóru føroysku U18-menninir júst ov stuttir móti Kekkia og taptu 29-28, eftir hálvleiksstøðuna 18-13 til Kekkia.

Talan gjørdist ikki um tað vakra og poleraða spælið í dystinum millum Føroyar og Montenegro. Harafturímóti var stríðsviljin og spenningurin í hásæti. Dysturin var málfátækur og endaði 20-20, eftir hálvleiksstøðuna 8-8.

Føroysku U18-menninir sýndu veruliga, at teir vildu spæla, har tað er stuttligt í EM-endaspælinum. Føroyar settu seg á dystin móti Italia frá byrjan og vunnu greitt, 34-26, eftir hálvleiksstøðuna 16-10 til Føroyar.