EM-vinnarar gjøgnum árini

Spania gjørdist í kvøld evropameistari á fyrsta sinni, tá teir vunnu finaludystin á Svøríki. Spania vann heili 29-23.

Svøríki hevur annars vunnið EM í hondbólti hjá monnum flest ferðir, síðan EM-kappingin byrjaði í 1994. Svørvíki hevur vunnið EM fýra ferðir, Frankland tríggjar ferðir, Dankmark og Týskland tvær ferðir hvør og Rusland og Spania hava vunið EM eina ferð.

Her er yvirlitið:

2018: Spania
2016: Týskland
2014: Frankaríki
2012: Danmark
2010: Frankaríki
2008: Danmark
2006: Frankaríki
2004: Týskland
2002: Svøríki
2000: Svøríki
1998: Svøríki
1996: Russland
1994: Svøríki

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Ongin søla við dyrnar!

3. november 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Ein loysn frá Sendistovuni