Faxe Kondi steypakappingin byrjar

Umframt kvinnulandsdystir og European Cup dystir, eru eisini steypadystir hjá monnum á skránni í hesari vikuni. Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða leygardagin, meðan ein eisini verður mikudagin í næstu viku.

Leisturin fyri Faxe Kondi kappingina var broyttur eitt sindur í fjør og verður innleiðandi bólkaspælið nú leikt fyri jól, meðan hálvfinalur og finalur liggja, sum tær plaga, í februar. Stóra finaluvikuskiftið liggur 16. – 18. februar.

Leiksskráin hjá monnum og kvinnum sæst á heimasíðu okkara.

Liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nr. 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nr. 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum og er kappingarstuðul í steypakappingini.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni