Finnland – Føroyar (dystarfrásøgn)

Sum heild ein betri spældur dystur enn í gjár, men spælararnir iðra seg um tapið.

Málskjúttar: Peter Krogh 7, Jónas Djurhuus 4, Fríði Weyhe 4, Rói Berg Hansen 2, Rókur Akralíð 2, Vilhelm Poulsen 2,  Brandur Halgirsson 1, Helgi Hoydal 1, Vilhelm Vilhelmsen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1.

60 min. 27-25 Fríði Weyhe fær síðsta málið í dystinum

Nicholas Satchwell hevur tvær framúr bjargingar

59 min. 27-24 Fríði Weyhe finnur ein frían Vilhelm Vilhelmsen, men hann brennir

58 min. 27-24 Finnland økir aftur um leiðsluna

Peter Krogh fær útvísing

57 min. 26-24 Fríði Weyhe hoppar upp og langar bóltin í netið

56 min. 26-23 Føroyar taka timeout

54 min. 25-23 Peter Krogh skorar

52 min. 24-22 Peter Krogh bennir, men Helgi Hoydal fangar bóltin aftur og minkar um munin

50 min. 24-20 Finnland hevur fingið útvísing og Føroyar eru í yvirtali. Fríði Weyhe brýtur seg ígjøgnum

48 min.  23-19 Føroyar eru nú fullmannaðir aftur og Peter Krogh skorar

Føroyar gera eina skeiva útskifting og fáa tí eina útvísing afturat. Føroyar spæla nú við tveimum monnum minni.

45 min. 21-17 Vilhelm Poulsen verður útvístur fyri aðru ferð og Finnland skorar upp á brotskast. Føroyar taka timeout

43 min. 20-17 Finnland tekur timeout. Jónas Djurhuus verður settur á vøllin aftur fyri Trónd Kragesteen

41 min. 19-16 Føroyar verja væl, men hava seinstu tveir minuttirnar mist bóltin í álopinum og eru revsaðir við tveimum finskum skjótálopum

37 min. 17-15 Gott skot av høgra bakki frá Peter Krogh

35 min. 17-14 Vilhelm Poulsen minkar um munin

33 min. 17-13 Fríði Weyhe skorar við einum undirarmsskoti. Nakað av útskifting er gjørd í hálvleikinum. Sjúrður Olsen er komin á vinstravong, Fríði Weyhe á høgra bakk og Vilhelm Vilhelmsen á høgra vong.

31 min. 16-12 Seinni hálvleikur er byrjaður og Vilhelm Poulsen hevur fingið útvísing og Finnland brotskast, sum teir skoraðu uppá. Peter Krogh verður mansvardur

Hálvleikur 15-12

28 min 15-12 Skotini hjá Føroyum eru ov óneyv

26 min. Brandur Halgirsson, sum hevur verið sum eitt fjall í verjuni, fær útvísing

25 min. 13-11 Finnland hevur fingið tvey mál av høgra vongi. Tróndur Kragesteen er komin inn sum spæliskipari fyri Jónas Djurhuus, og Hørður Trygvason er komin í málið fyri Nicholas Satchwell

23 min. 11-10 Skótálop, Rói Berg Hansen skjýtur á stongina, Vilhelm Poulsen fangar bóltin aftur og skorar

21 min. 10-9 Rói Berg Hansen fer í skjótálop og skorar

19 min. 9-8 Føroyar taka timeout.

17 min 7-8 Væl gjøgnumspælt álop, sum Hans Eli Sigurdbjørnsson fullførir

13 min 6-7 Stóru menninir í føroysku verjuni, Rókur Akralíð, Brandur Halgirsson, Peter Krogh og Fríði Weyhe, hava betur tak á finsku leikarunum nú og Nicholas Satchwell hevur havt nakrar góðar bjargingar.

11 min 5-6 Føroyar hava fingið stýr á verjuni. Brandur Halgirsson leggur Føroyar á odda.

8 min. 5-5 Skótálop og Rói Berg Hansen javnar

5. min. 4-3 Tað gongur javnt á. Føroyar hava havt góð gjøgnumspæld álop, men tað manglar nakað í verjuni.

2. min. 1-1 Peter Krogh skorar fyri Føroyar við einum langskoti

Klokkan 10.30 føroyska tíð byrjar seinni venjingardysturin hjá føroyska manslandsliðnum móti Finnlandi. Niðanfyri fara vit at dagføra støðuna.

 

Montenegro, Spania, FØROYAR og Paraguei

22. mai 2025

Tað var greitt undan lutakastinum, at Trier í Týsklandi verður heimstaðurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum til innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum í november/desember. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við fjepparum og atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í S´Hertogenbosch í dag, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Montenegro, Spania og Paraguei.

HM-lutakast hósdagin kl. 17.00

21. mai 2025

Í morgin, hósdagin 22. mai kl. 17.00, verður HM-lutakastið hjá kvinnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð. Lutakastið kann stroymast her.

6 ungdómslandsdystir móti Íslandi

21. mai 2025

Føroyar hava seinastu árini havt gott samstarv við íslendska hondbóltssambandi um ungdómslandsdystir. Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni.

Ein loysn frá Sendistovuni