H71-kvinnur úti úr European Cup

Talan gjørdist um eitt svárt tap hjá H71-kvinnum í European Cup. H71 taptu 40-39 móti Niðurlendsku Fortes Venlo. Tá Fortes Venlo skoraðu til 40-39, eftir longda leiktíð, var tað einastu var niðurlendska liðið hevði verið á odda í dystinum.

Vegna vánalig veðurlíkindi í Vágum kom Fortes Venlo-hópurin tvey samdøgur seinni enn ætlað til Føroyar, og harvið gjørdist bert talan um ein avgerandi dyst, heldur enn tveir, millum liðini í 2. umfari í European Cup.

Talan gjørdist eisini um ein sera spennandi og dramatiskan dyst við álopsspælið í hásæti, har H71 var á odda so at siga allan vegin. Tað var 15-12 í steðginum og eisini pluss trý, tá tríggir minuttir vóru eftir.

Neyðugt varð tó við longdari leiktíð tí Venlo skoraði tvær ferðir seinasta minuttin. Tær hjá H71 hildu ikki høvdið kalt, og í longdu leiktíðini vann útiliðið við einum máli.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Ein loysn frá Sendistovuni