Hondbóltsgleði og felagsskapur

Hvussu knýta vit fyrsta sambandið við hondbóltspæl, høllina og feløgini? Tað vóru millum annað spurningar sum vórðu svaraðir mikudagin tá venjarar úr øllum landinum vitjaðu mini-hondbóltsvenjing hjá Neistanum, í skúlanum á fløtum.

Í sambandi við at hondbóltssambandi gevur út bókling um mini-hondbóltsvenjing, varð bjóðað til kveikingarskeið um fyrstu tíðina hjá børnum í hondbólti. Skeiðið byrjaði við at Mark Laursen Marcher, ítróttarstjóri, bjóðaði vælkomin, og greiddi frá nýggja tilfarinum sum er gjørt um mini-hondbólt.

  • Evropeiska hondbóltssamgongan hevur latið úr hondum ein bókling, sum vit hava umsett til føroyskt. Hóast okkara fyrsta tilknýti til hondbólt er øðrvísi enn í flestu av hinum evropeisku londunum, eru kortini nøkur ting í hesum tilfarinum sum eru góð at brúka hjá okkum. Hetta kann nýtast sum íblástur til venjingar, um man hevur tørv á tí.

Ása á Neystabø, sum helst er royndasti mini-hondbóltssvenjari í Føroyum, vísti hvussu Neistin skipar mini-hondbóltsvenjingar. Aftan á venjingina varð opið kjak um hvussu hesi tilboð verða skipaði úti um landið. Tað er ymiskt hvussu tilboðini síggja út um landið, men royndi venjarin heldur at tað snýr seg um at finna okkurt sum riggar.

  • Vit í Neistanum hava funnið ein leist sum riggar hjá okkum, og vit hava gjørt tað upp á hendan mátan í fleiri ár. Her koma nógv børn ígjøgnum hesa mylluna, og vit hava tað ordiliga stuttligt við tí, sjálvt um tað er kaotiskt til tíðir, sigur Ása á Neystabø.

Sambært henni snýr tað seg ikki um hvussu tey kasta, ella um tey skjóta á ein ávísan máta.

  • Hetta er als ikki fyri nakað hondbóltstekniskt, hetta tilboðið er fyri at knýta eitt sterkt band til felagi, og at vera glað fyri at vera í høllini. Endamálið hjá okkum er altíð at børnini tíma at koma aftur, sigur Ása á Neystabø

Bóklingurin um mini-hondbóltsvenjing er at finna á: https://hsf.fo/venjarautbugving/venjaratilfar/.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni