Hesi hittast í Faxe Kondi kappingini

Nú landskappingin er hálvrunnin, er greitt hvørji lið hittast í bólkaspælinum í Faxe Kondi kappingini, sum byrjar í januar. 

Liðini eru býtt eftir plássi í landskappingini. Eitt, fýra og fimm, og tvey, trý og seks eru í sama bólki hjá kvinnum, saman við Stjørnuni 2 og Neistanum 2 í hvør sínum bólki, meðan tað hjá monnum er sami leistur, men við einum liði úr næstbestu deildini, sum er Kyndil 2.

Kappingarnevndin hevur drigið lut millum Stjørnuna 2 og Neistan 2, og hini liðini er býtt eftir plaseringini í landskappingini.

Dystirnir í bólkaspælinum eru í viku 3. 4. og 5.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni