HM-lutakast verður leygardagin

Spennandi lutakastið til HM-playoff dystirnar hjá monnum verður í morgin, leygardagin uml. kl. 13.30 í Danmark. Lutakastið verður stroymt á Home of Handball á youtube.

Talan er um úti- og heimadyst, har vinnarin yvir teir tveir dystirnar sleppur til HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi í januar 2027. 

Playoff-dystirnir verða leiktir í viku 20, hin fyri miku- ella hósdagin 13./14. mai og hin seinni leygar- ella sunnudagin 16./17. mai. 

Góða úrslitið hjá úrslitið hjá Føroyum í EM-endaspælinum, har Føroyar endaðu nr. 13, hevur tryggjað Føroyum styrkismeting í hægra bólkinum. 

Ovara styrkisbólkur:

Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania, Sveis, Norðurmakedonia, Niðurlond, Eysturríki og Føroyar

Niðara styrkisbólkur:

Kekkia, Italia, Bosnia hersegovin ella Kosovo, Georgia ella Ísrael, Ukraina ella Slovakia, Serbia ella Litava, Pólland ella Lettland, Turkaland ella Rumenia, Grikkaland ella Belgia, Finnland ella Montenegro

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni