Janus avloysir Leiv

Ein útskifting er í manslandsliðshópinum, sum skal møta Kosovo og Ukraina í komandi viku. Janus Dam Djurhuus er kallaður inn fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur.

Janus hevur tveir a-landsdystir á baki. Hann var við í HM-undankappingardystunum móti Norðurmakedonia í vár. Føroyski hópurin telur sostatt hesar 18 leikarar.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin kl. 19.00, og Ukraina á útivølli í Vilnius í Litava næsta sunnudag kl. 13.00. Kringvarpið sendir báðar dystirnar.

Janus avloysir Leiv

30. oktober 2024

Ein útskifting er í manslandsliðshópinum, sum skal møta Kosovo og Ukraina í komandi viku. Janus Dam Djurhuus er kallaður inn fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur. Janus hevur tveir a-landsdystir á baki. Hann var við í HM-undankappingardystunum móti Norðurmakedonia í vár. Føroyski hópurin telur sostatt hesar 18 leikarar. Málverjar:Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)Aleksandar Lacok, […]

Betri letur kvinnuhondbóltinum 2,5 milliónir til EM-endaspælið

24. oktober 2024

– Tá ið kvinnurnar í vetur skulu spæla EM-endaspæl í Sveis, krevur tað nógv fíggjarliga. Fyri at tryggja hondbóltin hjá gentum og kvinnum í Føroyum letur Betri Stuðul tí Hondbóltssambandinum 2,5 milliónir kr. sigur Jens Johan Dam, formaður í Betri.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

24. oktober 2024

Fyrstu dystirnir í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verða nú leygardagin og sunnudagin, meðan kvinnurnar byrjar hálvan november.

Ein loysn frá Sendistovuni