KD-Seafood nýggjur stórstuðul

Hondbóltssambandið og fiskasølan KD-Seafood hava skrivað undir sponsoravtalu, sum inniber at KD-Seafood verður ein av stórstuðlunum hjá HSF.

KD-Seafood var sett á stovn í 2003 og er høvuðsvirksemi hjá fyritøkuni global søla av laksi- og laksavørum. Kim Durhuus er eigari av fyritøkuni, og var hann á gólvinum hjá HSF herfyri, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Gunn Ellefsen, starvsnevndarforvkvinnu í HSF.

– Til nýggja sáttmálan viðmerkir Kim Durhuus, at eins og KD-Seafood er ein altjóða handilsfyritøka, virkar føroyskur hondbóltur at vera vorðin alt meira globalur og sjónligur á altjóða pallinum. Tað er hugaligt at síggja føroyskar leikarar vikuliga á útlendskum sjónvarpsrásum, og verður tað eisini serstakliga spennandi at fylgja føroyska manslandsliðnum á tí heilt stóra sýnisglugganum, sum er EM-endaspælið í januar.

– Gunn Ellefsen sigur til nýggja samstarvið, at tað er hugaligt at vinnulívið vil stuðla og standa saman um landsliðini og føroyskan hondbólt. Vit fegnast um, at alt fleiri føroyskir leikarar spæla á hægsta stigi í fremstu deildunum í okkara grannalandonum, men tá okkara landsliðsleikarar nú eru spjaddir yvir 6 ymisk lond í norðureuropa, er tað samstundis avbjóðandi fíggjarliga at savna teir til venjingar og dystir. Í hesum samanhangi munar góður stuðul veruliga.

Avtalan við KD-Seafood er galdandi fram til 2026.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni