Søla av EM dagsatgongumerkjum

Eftir at pakkaatgongumerkini til EM-dystirnar hjá Føroyum hava verið til sølu í eina tíð, koma nú dagsatgongumerkini til sølu. Sølan byrjar mikudagin 31. mai kl. 11.00.

Føroyingar sita higartil í sektiónunum 406, 407, 408, 201, 217, 218, 219, 220 og 104, hartil smærri bólkar aðrastaðni, t.d. 202 og 205. Dagsatgongumerki kunnu keypast á her: Order tickets for Men’s EHF EURO 2024 Germany (eurohandball.com)

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar kl. 18.00 (týsk tíð): Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar 20.30 (týsk tíð): Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00 (týsk tíð) : Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Møguleiki verður nú eisini at keypa atgongumerki millumumfarið, hálvfinalurnar og finaluna.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni