U17- og U21-menn til Íslands

Komandi vikuskiftið fara føroysku U17- og U21-manslandsliðini til Íslands, har liðini fara at spæla tveir venjingardystir hvør móti Íslandi.

Dystirnir verða leygardagin og sunnudagin á Kaplakriki, sum er heimavøllurin hjá FH í Hafnafirði. Dystirnir verða stroymdir og verður leinkja løgd út seinni.

Dystirnir liggja soleiðis:
Leygardagin 3. juni kl. 16.00 U17 Ísland – Føroyar
Leygardagin 3. juni kl. 18.30 U21 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 15.00 U17 Ísland – Føroyar
Sunnudagin 4. juni kl. 17.30 U21 Ísland – Føroyar

U17-landsliðið skal í summar luttaka í European Open í Svøríki, har liðið skal kappast í døgnum 5. – 9. juni. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Ísrael, Finnlandi og Hollandi.


Hjá U21 eru dystirnir móti Íslandi liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi dagarnar 20. juni – 2. Føroyar eru í bólki saman við Angola, Japan og Spania.

Venjararnir hjá U17-landsliðnum eru Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, meðan Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava U21.

Venjararnir hava úttikið ein breiðan U17-leikarahóp til dystirnar í Íslandi og kappingarnar í summar, har ávísir leikarar eru við móti Íslandi, aðrir bert European Open, og ávísir báðum. Hjá U21 verður HM-hópurin úttikin eftir dystirnar móti Íslandi.

U17-landsliðið:
Málverjar:

Ingi Johannesen, H71 (Ísland)
Nóa Larsen, EB (Ísland)
Torkil Skála, ÍA (Svøríki)
Bjarni Gunnarson Jacobsen, VÍF (Svøríki)

Útileikarar:
Magnus Árason, Neistin
Magnus Rubek Carlsen, H71
Filip Haldansen, VÍF
Jón Midjord, H71
William Napoleon Djurhuus, H71
Brian Eyðfinnson, Neistin (Svøríki)
Jákup Egholm, H71
Helgi Halldorsson, H71
Torkil S. Dahl, VÍF (Svøríki)
Haraldur Karlsson, H71
Jógvan Andrias Lamhauge, Ajax København
Lýðar í Dímun, Neistin
Bogi Jógvansson Christiansen, Neistin (Ísland)
Rúnar Hammer, Ajax København
Fríði í Innistovu, VÍF
Jógvan Svarthamar, VÍF (Ísland)

U21-landsliðið:
Málverjar:

Pauli Jacobsen, H71
Rói Borum Davidsen, KÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin
Baldur Gillason, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Aarhus
Bogi Hansen, H71
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Pauli Mittun, Kristiansand Topphåndbold
Brian Slyne, KÍF
Ovi Lützen, Neistin
Sveinur Olafsson, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Kristian Jensen, VÍF

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni