Stroymið U21 HM lutakastið

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.

Lutakastið kann stroymast her: 2023 IHF Men’s Junior (U21) World Championship Draw – YouTube

32 lið skulu lutast í 8 bólkar á 4 lið og eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrundun, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria, Frakland
Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, Føroyar, Grikkaland, Ísland, Pólland
Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba, Kroatia
Pottur 4: Australia, Angola, Marokka, Libya, Kosta Rica, Saudia Arabia, USA, IHF Trophy vinnarin

Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar.

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi í døgunum 20. juni til 2. juli.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni